Medisinsk útgerð til føroyska heilsuverkið
Vit veita medisinska útgerð og nýtsluvørur til sjúkrahús, læknaviðtalur, tannlæknar og røktarøkið. Hjá okkum fært tú fakliga ráðgeving, føroyska kundatænastu og lætta bílegging á netinum.

Aidian og HemoCue eru nú hjá Medinor
Medinor hevur yvirtikið umboðini fyri Aidian og HemoCue í Føroyum frá Heilsulek Sp/f.
Hevur tú áður bílagt Aidian- ella HemoCue vørur frá Heilsulek, kanst tú framyvir bíleggja tær hjá Medinor. Vit hjálpa sjálvandi við vørum, bílegging, ráðgeving og øðrum spurningum, so skiftið verður so lætt sum gjørligt.
Fyri at bíleggja á netinum skalt tú stovna ein brúkara á okkara bíleggingarportali.
Vit gleða okkum til at halda fram við góða samstarvinum.
Hvat vit gera
Medinor tryggjar føroyska heilsuverkinum álítandi atgongd til læknavørur av høgari góðsku. Við støði í Føroyum og við altjóða veitingum sameina vit staðliga nærveru, fakliga vitan og altjóða standardir. Hetta gevur kundanum føroyska ráðgeving og kundatænastu, umframt skjóta og einfalda veiting.
Har tað áður ofta hevur verið neyðugt at keypa frá útlendskum veitarum við longri veitingartíð, meira umsiting og óneyðugum innflutningskostnaði, ger Medinor veitingina smidligari.
Medinor stendur fyri góðsku, sporføri og fakligum áliti. Sum samstarvsfelagi hjá føroyska heilsuverkinum er endamálið ikki bara at veita vørur, men at gera gerandisdagin hjá heilsustarvsfólki lættari og tryggari. Við skipaðum mannagongdum, gjølligari tænastu og greiðum læknaligum samleika stuðlar Medinor tryggari og munagóðari sjúklingarøkt hvønn dag.
Kundabólkar
Vit bjóða
Fakliga ráðgeving
Hjá Medinor fært tú fakliga ráðgeving frá okkara serkønu starvsfólkum. Vit samstarva eisini við altjóða veitarar, so vit altíð kunnu bjóða nýggjar og góðar loysnir til føroyska heilsuverkið.
Góðskuvørumerki
Vit samstarva við veitarar, sum kappast heilt í oddinum á altjóða marknaðinum. Allar vørur eru góðkendar til ES-marknaðin, og handfaringin fylgir ISO 13485 standardinum.
16.000+ vørur
Við meira enn 16.000 vørum kunnu vit veita eitt breitt úrval, sum røkkur til allan tørvin hjá føroyska heilsuverkinum.
Goymslu í Føroyum
Við goymslu í Føroyum kunnu vit bjóða skjóta og álítandi veiting. Hetta tryggjar, at týdningarmiklar vørur eru tøkar, tá tørvur er á teimum, og gevur føroyska heilsuverkinum størri veitingartrygd.
Bíleggingarskipan
Sum kundi hjá Medinor fært tú atgongd til okkara bíleggingarskipan, har tú lætt og einfalt kanst bíleggja tær vørur, sum hóska til tín tørv.
Skjót útkoyring
Vit koyra vøruna út sama dag ella dagin eftir bílegging, um vøran er á goymslu. Hevur tú bráðtørv á vøruni so koma vit við henni beinanveg.
Ofta settir spurningar
1. Hvørjar vørur selja tit?
Okkara vøruúrval er samansett av vørum, sum verða brúktar í heilsuverkinum í Norðurlondum, har góðska og trygd eru avgerandi. Við beinleiðis sambondum við framleiðarar kunnu vit veita føroyska heilsuverkinum kappingarførar prísir á sama støði sum í londunum rundan um okkum.
2. Vit hava merkir, sum vit brúka og dáma. Kunnu tit veita tey?
Ja. Vit kunnu veita júst tær vørurnar, tit hava tørv á. Saman finna vit út av, hvørjar vørur tit brúka javnan, og hvørjar vit eiga at hava á goymslu.
3. Hvussu stórt er tykkara vøruúrval?
Vit hava 16.000+ vørur. Ein partur er á goymslu í Føroyum, og ein partur er á goymslu í Danmark. Vit avtala fegin við tykkum, hvørjar vørur vit skulu hava á goymslu í Føroyum.
4. Eru tit góðkend til at selja medisinska útgerð?
Ja. Vit eru skrásett sum innflytari og heilsøla av medisinskari útgerð hjá Landsapotekaranum, sum hevur eftirlit við at vit lúka galdandi krøv til goymsluviðurskifti, skráseting av skjalfestum vørugóðkenningum og sporføri.
5. Er tað trygt at keypa sterila vøru frá tykkum?
Ja. Vit lúka krøvini í MDR-reglugerðini hjá ES, sum setur strong krøv til handfaring og skráseting av bæði sterilari og ósterilari medisinskari útgerð. Harumframt fylgir Medinor altjóða standardinum ISO 13485, sum tryggjar mannagongdir fyri handfaring, goymslu, skráseting og sporføri. Hetta er tín trygd fyri, at vøran er, sum hon eigur at vera.
6. Eg havi bráðtørv á eini vøru. Hvat geri eg?
Tú ringir til vakttelefon okkara á tlf. 500 900, og síðani syrgja vit fyri, at vøran verður veitt skjótast gjørligt.
7. Kunnu tit veita vøru beinleiðis heim til borgaran?
Ja. Eftir avtalu við viðkomandi myndugleika kunnu vit veita játtaða medisinska útgerð beinleiðis heim til borgaran.
8. Hava tit eina skipan til játtanir av hjálparráðum til borgarar?
Ja. Vit hava eina skipan, har borgarin kann rita inn við Samleikanum og bíleggja tær vørur, sum eru játtaðar av myndugleika. Almenni myndugleikin kann eisini rita inn á sín vanga og stýra, hvørji p-tøl hava játtan til ávísar vørur og nøgdir. Harumframt fæst eitt greitt yvirlit yvir játtanir og forbrúk.
Klaksvík
Faktorsvegur 4
700 Klaksvík
Tórshavn
Eystari ringvegur 8
100 Tórshavn




